Ílegugransking
Ílegusavnið er ein samskipandi stovnur innan føroyska heilsuverkið, ið skal skipa, byggja upp og fyrisita:
- Ættarbandsskrá (skrá yvir fólk í Føroyum í uml. 2-3 øldir),
- Diagnosuskrá (skrá yvir diagnosur settar í heilsuverkinum) og
- Vevnaðarskrá (biobanki/skrá við blóði/vevnað, ið verður latin til gransking).
Ílegusavnið viðger umsóknir at granska í upplýsingunum í skráunum og krevur gjald fyri tær veitingar og upplýsingar, ið savnið gevur atgongd til bæði hvat viðvíkur forkanningum og granskingarverkætlanum. Fleiri verkætlanir eru í gongd ella undir fyrireiking – sí nærri á heimasíðuni www.biobank.fo
Ílegusavnið virkar við heimild í Ll. nr. 62 frá 17. juni 2005 um gransking í mannaílegum (ílegulógin).